Gongutúrurin út á Rógvuendan er ein av teimum vakrastu náttúrupplivingum, ið tú kann uppliva í Føroyum.
Túrurin byrjar í Vestmanna. Komin Norð á Fossanar og fingið ryggsekkin á herðarnar, fara vit til gongu. Tá vit hava gingið í 45 min, koma vit Norður á Skarð, her hvíla vit so eina løtu. Eftir góða hvíld fara vit aftur til gongu og seta leiðina ímóti Rógvuni. Vit ganga ovaliga í Djúpadali. Tá vit hava gingið í ein knappan tíma, koma vit út á Rógvuendan. Í tí vit sleppa Djúpadali, opnast alt fyri norðan, allar Dalar koma undan, øll fjøll og tindar standa steyrrættir og ynskja okkum vælkomin til Dalaheyga, ein hagi, ið er mest sum ókendur millum manna. Úti á Rógvuendanum seta vit okkum at eta matpakka, ímeðan havhestanir flúgva tætt fram við, fyri at forvitnast, ímeðan blitsini blunka.
Eftir góðan mat, fantastiskt útsýni og fríska luft, gongur leiðin heim aftur á Fossanar, har bussur bíðar okkum.
Árstíð: Frá 1. apríl - 1.oktobur
Tíð: 4 tímar
Min 10 persónar
Kostnaður 450,- pr persón
Íroknað kostnaðin er: Kaffi, te, matpakki + drekka. Minnist til heit og góð klæðir!
Fyri nærri kunning send ein teldupost til info@greengate.fo