Missión
Vit eru ein føroysk ferðaskrivstova sum bjóða ferðir til Føroyar og serlig útvald ferðamál uttanlands.
Viðskiftafólk okkara eru tilvitaði,opin og forvitin, og ynskja eina persónliga mennandi ferðauppliving. Fyri at ganga viðskiftafólkunum á møti stremba vit eftir at bjóða ferðaupplivingar sum eru sannar og nærverandi, og vekja allar sansir.
Frá einum spennandi og hugtakandi ævintýri vendir tann ferðandi heim aftur við einari heilt serligari søgu.
Hugsjón
Vit vekja tínar sansir gjøgnum sannarr og nærverandi ferðaupplivingar
Vit leggja dent á
At kenna tørvin hjá tí einkulta ferðandi
At vit hava hollan kunnleika til tær ferðaupplivingar vit bjóða
Alsamt at menna ferðaupplivingar við støði í nýggjasta marknaðarrákinum
At kundin kennir seg tryggan á síni ferð
At varveita reina føroyska umhvørvið
Vit eru
Jalig - vit samkifta í positivum anda og síggja møguleikar heldur enn forðingar
Álítandi - vit eru opin og erlig og halda tað vit lova
Tolin - vit dáma væl at tosa við fólk og hava viðring fyri at fólk eru ymisk