Upplivingar í Føroyum
Hoyr dunið av tí víðopna havinum í skjóttgangandi bátum ella njót ein róligan fiskitúr við eitt av teimum mongu vøtnunum kring landið. Sí tey mongu grønu fjøllini, har seyðurin so hugagóður búðleikast. Hoyr tann vakra fuglasangin í bergunum og tutlið frá fossunum. Vitja eina føroyska familju og fá hómingin av hvussu gestablídni og atmosferan er. Sera hugnaligt er at sita til borðs til ein góðan bita, har møguleikin er at spyrja um Føroyar og hoyra søgur.
- GreenGate Incoming veitir tænastur til bæði stór og smá.
Á vinstru hond, undir teiginum "Dagligar útferðir" eru nakrar av teimum útferðum vit bjóða kundum okkara. Um tú hevur onnur ynski, ert tú meira enn vælkomin at seta teg í samband við okkum á info@greengate.fo.
Há-árstíð: Mai - Septembur. Tó undantikið 28. og 29. Juli, tá Ólavsøka er.
- Hinar mánaðarnar í árinum (Oktobur - Apríl), er eisini møguleiki at skipa fyri útferðum, men tá skal fyrispurningur vera okkum um hendi í góðari tíð.
Gevið Gætur: Summar útferðir eru tengdar og treytaðar av veðrinum. Um veðrið ikki er til vildar, kann væntast at útferðin verður útsett/avlýst.
Góð ráð: Skilagott er at at hava góðar skógvar og heit klæðir við á útferðirnar. Um minnini skulu varðveitast er eisini skynsamt at hava myndatól við.
Mál: Útferðir okkara verða vanliga avgreiddar á norðurlendskum og enskum. Møguleiki er eisini fyri øðrum málum, men hetta einans uppá fyrispurning.