GreenGate Incoming - rejser og ture til færøerne

Tín áminningarlisti



Tú kannst her leggja síður afturat tínum
áminningarlista við at trýsta á stjørnuna



test?

Havfiskarí

Tilføj siden til Din Huskeseddel    

Saknar tú spenning í gerandisdegnum?

Havfiskarí er eitt ótrúliga spennandi ítrív. GreenGate Incoming gevur tær ein frálíkan møguleika at uppliva hetta ítrív í framúr góðum og friðarligum umstøðum og umhvørvi. Við manning, ið hevur hollan kunnleika innan økið (havið, góð fiskistøð og veðrið), ert tú í góðum og tryggum hondum. Manningin vísur tær havið kring Føroyar, og ger tað møguligt hjá tær og tínum at uppliva fiskarí í heimsflokki, og samstundis fært tú innlit í ta ómetaliga vakra lendið, ið er at finna í Føroyum.

Stutt og greit - Føroyar er eitt satt paradís fyri tann roynda fiskarin. Eisini teir óryndu hava sersømdir fyri veruliga at prógva, hvør dugur er í teimum.

 

Fiskasløg, ið fiska verður eftir:
· Toskur
· Upsi
· Longa
· Hýsa
· Kalvi
- og fleiri onnur sløg - møguleiki er eisini at fanga ein Hemara - ein ordans fongur!


Bátarnir: Tað er altíð ein skipari við umborð á hvørjum báti - hetta kemst av tí heldur harða og til tíðir ónágreiniliga streyminum, ið er ímillum oyggjarnar. Tað verður strangliga frárátt sat leiga bát uttan skipara. Bátar eru tøkir frá Mai - Septembur mánaða. Tað ber tó til at leiga bátar uttanfyri hetta tíðarskeið, men einans uppá fyrispurning.

 

Túrurin: Túrarnir eru som oftast 4 ella 8 tímar langir. Bátarnir sigla til keiina aftur eftir loknan túr.


Hent vitan: Havið í Føroyum er frá 20 metrum heilt upp í 150, alt eftir hvar tú ert. Fyri at koma har hóskandi djúpt er, skalt tú sigla í umleið 1 tíma. Møguleiki er at leiga fiskiútgerð í summum av bátunum.

 

Set teg í samband við GreenGate fyri at fáa eitt tilboð

 

Sí veðrð í Føroyum: Veðrið

Sí hvussu fiskiútgerðin skal reinsast: Reinsing av fiskiútgerð

Si eisini okkara myndasavn: Myndasavn