Beinisvør, Kolanámið, Søvn við meira - Heildagstúrur til Suðuroy
Beinisvør, Kolanámið, Søvn við meira - Heildagstúrur til Suðuroy
Uppliva Suðuroynna, sum tú ongantíð hevur uppliva hana áður. Túrurin byrjar kl. 08.30 í Havn, har Smyrli leggur leiðina framvið Sandoynni, Stóru Dímun og Lítlu Dímun, áðrenn komið verður í land á Krambatanga uml. 10.25. Hiðani verður farið við serligum VILT Adventure bussi runt í Suðuroynni. Tveir ymiskir túrar eru samansettir, alt eftir hvussu veðrið er. Á túrinum verður vitjað á søvnum, í kirkjum og á listasavni, umframt at ein upplivir kolaminur, stabbagrót, firðir, fjøll, grindabátar, slupp og bjørg. Ein staðkendur ferðaleiðari er við á túrinum og greiðir frá. Eisini er matur á skránni, umframt at høvi verður at keypa souviners. Alt hetta kann upplivast, hvønn mikudag frá 06. mai og til 26. august í summar. Bílegging er seinast kvøldið fyri, og verða túrarnir gjøgnumførdir hvønn mikudag, óansæð luttøkutalið.
Íroknað: Ferð yvirum við Smyrli, ferðaleiðari, bussur, atgongumerkir og biti.
Byrjar í Tórshavn, Streymoy
Mikudag, 08.30 - 20.30
Vaksin DKK 795,- // Børn (2-12 ár) DKK 398,-
Legg til merkis, at tað er møguligt at luttaka í hesum túri, hóast um mann gistir í Suðuroy.
Send fyrispurning á henda túr