test?

Torvskering í Svínoy

Tilføj siden til Din Huskeseddel    

Torvskering í Svínoy

Mann segði í gomlum døgum, at Svínoy var ein flótandi oyggja, sum ferðaðist í mjørkanum. Eina fer, so eydnaðist tað einari eldri konu úr Fugloy at binda oynna til havsins botn, soleiðis, at Svínoyggin liggur har, sum hon liggur í dag. Svínoy verður av fyrstani sinni nevnt í Føroya Søgu, sum oyggin har víkingahøvdingurin Bjarni búði. Torv var leingi tað einasta brennievni, ið mann hevði til húsarhaldið. Ein nýtur er sermerktan føroyskan haka og ein torvskerðara til at skera torvið. Torvskering var arbeiði hjá monnunum, men at leggja tað at turka, var arbeiði hjá kvinnum og børnum. Mongdirnar av torvi vórðu roknaðar í trækurvum, og gamalt var, at 180 kurvar var nokk til eitt árs nýtslu. Víkingahøvdingurin, Svínoyar Bjarni, hevur sitið við eldstaðin og kynt torv frá Svinoynni. Bjarnasteinur liggur í kirkjuni í bygdini. og hetta sigst at vera gravsteinur Bjarnasar. Komin til Svínoyar verður tú fylgdur runt á oynna av lokalum ferðaleiðara. Ferðaleiðarin fylgir tykkum á torvmarkinum, skerur torv og forklárar um allan torvskeringsmannagondina. Eftir hetta gongur túrurin aftur til bygdina, har tú verður bjóðaður uppá eina lætta føroyska máltíð. Eftir máltíðina, ert tú vælkomin at ganga runt í bygdini, uppliva kirkjuna og tað lokala umhvørvið. Turen starter og slutter fra bygden Hvannasund, hvor båden Alfa Pilot ligger. Pláss skal bíleggjast frammanundan. Í mesta lagi 25 fólk / Í minsta lagi 5 fólk. Staður: Hvannasund, Norðoyggjar Dagur: Týsdag, hósdag og leygardag Tíð: 10.00 - 16.00 Prísur fyri hvønn: Vaksin: DKK 500,- Børn(7-14 år): DKK 250,-




     Send fyrispurning á henda túr