Gongutúrur út á Kallin
Gongutúrur út á Kallin
Útferðin byrjar á kaiini í Leirvík. Silgt verður yvir á Kalsoynna. Við bussi norð á Trøllanes har ferðaleiðari tekur ímóti. Síðan verður fari til gongu. Á Kallinum verður matpakkin við føroyskum viðskera etin. Njóti friðin, náttúrina og vakra útsýni. Í Mikladali vísur ferðaleiðari runt í bygdini, og fortelur søguna um kópakonuna, smiðjuna o.a. Síðani verður koyrt heim til Húsar, har borreitt verður við trimum rættum. Góðir møguleikar eru fyri børnini at hugna sær á spæliplássinum og á FIFA-vøllinum.
- Byrjar á kaiini í Lervík, Eysturoy
- Hvønn dag eftur avtalu 1000-1800
- Vaksin 705,- // Børn (7-13 ár) 353,-
- Íroknað er sigling úr og til Leirvík, gongutúrur út á Kallin við ferðaleiðara og matpakka, kaffi og the. Ferðaleiðari í Mikladali. Øll koyring í Kalsoynni og 3 rættir við drykkjuvørum
- Minimum 8 persónar
- Pláss skal bíleggjast frammanundan
Vælegnað til millum annað:
Familju útferð
Stovnar
Bindiklubbar
Fyritøkur
Send fyrispurning á henda túr