test?

Gongutúrur uppá Heldarstind

Tilføj siden til Din Huskeseddel    

Gongutúrur uppá Heldarstind

Møta ferðaleiðaranum við rulluportrið á Hálsi omanfyri Sandavág kl. 18:00. Gingið verður niðan í Faradalsbotn, og komin uppá røðina millum Breiðastíggj og Helldarstind er slætt og gott at ganga. Gingið verður nú niðan á Helldarstind, sum er umleið 573 metrar høgur. Higani er útsýni av tí allar vakrasta. Vit síggja vestur í hav, Sandavágs fjøllini, suður til Kolturs, Hest, Sandoynna, Skúvoynna og Suðuroynna. Fyri eystan og norðan síggja vit Streymoynna og allar fjallatopparnar norðureftir og norður gjøgjum Vestmannasund.
Aftaná ein steðg verður farið oman av fjallinum og gongur leiðin ímóti Húsini í Reyni. Hetta eru eini sera hugnalig og snotulig hús, sum eru sett omaná sjálva rættina. Her verður borðreitt við góðum døgurða og tikið verður samanum túrin.

  • Byrjar við rulluportrið á Hálsi omanfyri Sandavág kl. 18:00, Vágoy 
  • Hvønn dag eftur avtalu 1800 - 2300/2400. Túrurin tekur íalt uml. 5-6 tímar við døgurðanum.
  • Vaksin 840,- // Børn 420,- (2-12 ár) Íroknað ferðaleiðara, kaffi og døgurða við drykkjuvørum
  • Minimum 5 og maximum 20 persónar
  • Pláss skal bíleggjast frammanundan
  • At gera túrin uttan døgurða kostar, vaksin 360,- // Børn 180,- (2-12). Min 5 persónar

Vælegnað til millum annað:
Familju útferð
Stovnar
Bindiklubbar
Fyritøkur




     Send fyrispurning á henda túr