Samband við GreenGate Incoming

GreenGate Incoming
Jónas Broncksgøta 35
FO-100 Tórshavn
The Faroe Islands

info@greengate.fo
+298 350 520
+298 350 521

+298 550 527(Neyðtelefon)

Tín áminningarlisti



Tú kannst her leggja síður afturat tínum
áminningarlista við at trýsta á stjørnuna



Leita á síðuni

  Leita
test?

Pakkaferðir

Tilføj siden til Din Huskeseddel    

Pakkaferðir til Føroyar 

GreenGate Incoming er førandi ferðaskrivstovan í Føroyum, tá tað snýr seg um vitan og serkunnleika um Føroyar. Viðskiftafólk okkara verða altíð væl uppýst um tað, ið rørir seg á landi. Harumframt kunna vit tey eisini um teir ferðamøguleikarnir, ið eru í Føroyum.


Við mongum árum á baki innan økið, kann GreenGate bjóða viðskiftafólkum sínum eina álítandi og góða tænastu, sum einans kann veitast av royndum fólki í vinnuni. Starvsfólkið á GreenGate eru altíð til reiðar at veita eina hjálpandi hond.


Vit á GreenGate leggja stóran dent á tann tørv og tey ynskir, ið viðskiftafólkið hevur. Vit seta høg krøv til okkum sjálvi og harvið kunna vit veita ta best møguligu tænastuna.

 

Eksotisk ævintýr og sansivekjandi upplivingar


26 oktober 2009 víðkaðu vit á GreenGate okkara tilboð og byrjaðu at selja ferðir til føroyingin, ið ynskir øðrvísi ferðaupplivingar - og hetta sum ongantíð fyrr.


Vit eru fyrsta ferðaskrivstovan her á landi, ið selir slíkar pakkar. Talan er nevniliga ikki um vanligar charter-ferðir, men um at bjóða føroyinginum at fara longri út í heim á sannar autentiskar og stórlatnar ferðir til óvæntað støð.


Høvuðsmál okkara havur síðan byrjanina verið at kenna tørvin hjá tí einkulta ferðandi og á tann hátt kunna geva nøkur framúr góð ferðaupplivilsir her á landi. Tað hevur verið og er, av allarstørsta týdningi at hava hollan kunnleika til tey ferðaupplivilsir, ið hava verið bjóðað, soleiðis at kundin hevur kunnað kent seg tryggan á síni ferð til Føroyar. Hesi málini hava í dag skapt ein sterkan stovn við serkunnleika og djúpum innliti í nýggjasta marknaðarrákinum, sum tað er í dag. Og tað er tann kunnleikan, vit fara at brúka víðari í arbeiðinum at bjóða ævintýrsinnaða føroyinginum spennandi og øðrvísi ferðir langt út um landoddarnar.