Vitja Stavanger og gist á Fjordbris Hotel
Vitja Stavanger og gist á Fjordbris Hotel
Atlantic Airways flýgur hósdag og sunnudag 24/6-15/8 beinleiðis til Stavanger. Gist verður á Fjordbris Hotel, sum er samansett av fleiri bygningum. Nýbygningurin niðanfyri inniheldur 8 stórar íbúðir og 6 hotelkømur. Hotellið liggur í havnini í Østhusvik og hevur egna bryggju. Eitt sera hugnaligt gistingarhús, har tann eini verturin er føroyingur.
Hotel kamar - Íroknað er flogferð, ferðaavgjald og innivist við morgunmati
Hósdag til sunnudag (3 nætur) Prís pr persón í dupult kamar úr DKK 4300 ,-
Sunnudag til hósdag (4 nætur) Prís pr persón í dupult kamar úr DKK 4900,-
Íbúð - Íroknað er flogferð, ferðaavgjald og innivist við seingjarklæðum og enda reingerð
Sunnudag til hósdag (4 nætur) Prís fyri 2 vaksin og 2 børn (2-11 ár). Prísur úr DKK 13370,-
Hósdag til hósdag (7 nætur) har 6 vaksin deila eina íbúð. Prísir pr persón úr DKK 3890,-
Legg til merkis at tað tekur bert 40 minuttir at koyra frá flogvøllinum í Stavanger til Fjordbris Hotel
Niðanfyri eru uppskot til aktivitetir fyri alla familjuna:
Send fyrispurning á henda túr
Fjordbris Hotel
Hotel Fjordbris liggur í havnini í Østhusvik og hevur egna bryggju. Ein stórur flottur pirur ger hetta til eina av størstu og samstundis best vardu havnunum í Ryfylke. Eitt sera hugnaligt gistingarhús.
Preikestolen
Hevur tú einaferð staðið úti á tromini á Preikestolen veits tú fullvæl hví Noreg verður roknað sum ein av heimsins vakrastu blettum. Útferð byrjar úr Stavanger
Kongeparken
Kongeparken er høvuðsstað fyri magi, spenningi og kitlan í búkinum. Her kann øll familjan stuttleika sær í eini park, ið er full av villum attraktiónum og upplivingum.
Kjerag og Kjeragsbolten
Kjerag er eitt hábærsligt fjall, ið reisir seg 1.000 metrar yvir Lysefjørðin. Her er eisini tann kenda Kjeragbolten. Torir tú at standa har ! Útferð byrjar úr Stavanger
Vitenfabrikken
Á vitanardeplinum kunnu bæði børn og vaksin gera royndir við modellum og royna tøknilig og náttúruvísindalig viðurskifti saman við øðrum.