• -Eldraskeið við Gjógv 3. - 5. mai

    Unna tær tað góða

Heilsa, hugni, samvera, náttúra & menning í einum

Til øll 60+ !

Unna tær sjálvum eina uppiborna mini-feriu, lær nakað nýtt, et heilsugóðan mat og njót góða samveru saman við øðrum góðum fólki á Gjáargarði.

  • Kostnaður fyri hvønn í deildum dupultkamari 3.598,- 
  • Kostnaður fyri einkultkamar 3.998,-
  • Bílegging og spurningar info@greengate.fo ella ring til okkara á tlf. 350520


Skeið og vælverudagar 60+ við Gjógv 3. - 5. mai

Á hesum skeiði og vælverudøgum kanst tú njóta lívið, vøkru náttúruna og læra nakað nýtt.  

Fyrsta dagin er lending: Innskriving er kl. 14.00 og aftaná ein góðan kaffimunn er søguligur gongutúrur í bygdini við staðkendum ferðaleiðara. Síðani er egin tíð og kl. 18.00 er lættur døgurði. kl. 19 - 21.30 er innleiðsla og kvirra í Gjáar kirkju.

Leygarmorgun, aftaná ein heilsugóðan morgunmat, er mjúk úrspenning. Tit vakna væl til góðar dansitónar. Síðani er frálæra við støði í nýggja bóklinginum "FLUFFY - ein neyvur leiðbeinari til mindfulness og sinnisvenjing" hjá Biritu Nolsø, rithøvunda og undirvísara.

Tú lærir og venur kropstilvit, andadráttar- og sinnisvenjingar, ið geva tær orku, javnvág, miðsavnan, kensluligan treystleika og nærveru í gerandisdegnum. Gongutúrar við venjingum í vakra umhvørvinum við Gjógv er partur av skeiðnum. Tíð er sett av til hvíld og egintíð. Kvøldið endar við hugnaligum felags sangi og góðanátt venjing.

Sunnudagin er aftur morgunvenjing og frálæran endar kl. 12.00.  Tit njóta síðani ein felags miðmála saman. 60+ skeið og vælverudagar enda kl. 14.00.


Kostnaður: 

  • 3.598,-  fyri hvønn í deildum dupultkamari.
  • 3.998,- fyri einkultkamar.

Við í prísinum er: 

  • Skeið & tilfar.
  • Gisting 2 nætur á Gjáargarði.
  • Allar máltíðir og ábit - heilsugóð matarveiting.

Ikki við í prísinum:

  • Flutningur til og úr Gjógv.
  • Aðrar persónligar útreiðslur.


Undirvísarin - Birita Nolsø 

 

 

 

 

 

 

 



Birita Nolsø eigur og rekur Vaksa.fo, sum bjóðar skeið, vegleiðing, tiltøk og amboð til frama fyri menning, mindfulness og meditatión. Birita hevur arbeitt nógv við burðardygd, eisini í ferðavinnuni. Hon hevur meira enn 20 ára langar royndir í frálæru og hevur seinastu 10 árini burturav fingist við sinnisvenjing, kropsvenjing, mindfulness og meditatión.

Birita hevur drúgvar royndir í HR, toymis-, verkætlanar- og prosessleiðslu og hevur m.a. skipað, leitt og ment eina ørgrynnu av skeiðum, verkætlanum, tiltøkum og evnis- og starvsfólkadøgum, eitt nú í landsfyrisitingini.

Í desember 2020 kom bóklingurin Fluffy - ein neyvur leiðbeinari til mindfulness og sinnisvenjing út. Bóklingurin er partur av frálærutilfarinum á skeiðnum. Birita hevur eisini, saman við manni sínum Henrik Krag, eitt nú ment heilsufremjandi ljóðamboð og ritstjórnað bókina 5 HJERTEFØLELSER, sum kom út í 2018.

Tað er GreenGate Incoming, sum í samstarvi við Gjáargarð og Vaksa samskipar kvinnuskeiðið.