• Føroyar

Ferðist í egnum landi

Føroyar eru vakrar, fjølbroyttar og skulu upplivast alt árið. Hóast vit flest eru uppvaksin í Føroyum kann vera trupult at kenna alt tað okkara vøkru oyggjar hava at bjóða av stuttligum, spennandi og ógloymandi upplivingum.

-Her er ikki neyðugt at droyma seg burtur í onnur lond... 

Niðanfyri finnur tú eitt úrval av upplivingum í Føroyum.

GreenGate Incoming

GreenGate Incoming varð stovnað í 2001, við tí endamáli at skapa ein serkunnleika innan incoming ferðavinnu til Føroya, og at menna móttøkutólið. Hettar hevur eydnast væl, og hava vit í dag eitt umfatandi úrval av spennandi og væltilpassaðum tilboðum at bjóða teimum ferðandi.

Okkara endamál er at selja og marknaðarføra Føroyar sum ferðavinnutjóð. Í hesum liggur ein støðug menning av produktum, ið vit á hvørjum ári dagføra og bjóða út á marknaðum, sum vit hava samstarv við. Umfram hetta leggja vit stóran dent á at hava eitt gott samstarv við okkara lokalu veitarar runt landið, og at hava eina vælvirkandi og sansuvekjandi heimasíðu. 

SPURNINGAR | BÍLEGGING:
-skriva til okkum á info@greengate.fo
-ring  til okkum á tel. 350520 

 

Mykines summar 2021

Upplivið Mykines saman við einum staðkendum – burtur frá mannamúgvuni

Nætur: 1
Prísir úr: 
2.495,- pr persón (min. 2 persónar)
Les meira

Mykines | Vártilboð mai og juni 2021

Úppliv vakra Mykines um várið – burtur frá mannamúgvuni

Nætur: 1
Prísir úr: 
995,- pr persón (min. 2 pers.)
Les meira