Fundist við Útsýni

Fundast í smáttunum Útsýnið í Bø

Ein túrur til Bíggjar uttan skíggjar er eitt lekkurt ‘break’ í vanliga strævna arbeiðsdegnum.

Hugnaligu smátturnar í Bø eru tær heilt røttu at koma nær náttúruni. Tit gista í smáttunum í Bø í tvær nætur, njóta einastandandi friðin kanska órógvaðan av fríska aldubrotinum.

Ein góður brellbiti er klárur, tá tit koma. Kvøldarmáltíðin er røst og hóskar seg ráa umhvørvinum. Ein súgv við røstum rivum, eplum og rótum er klár til tykkara og skal bara steikjast í ovninum.

Morgunmaturin er longu klárur í smáttuni.

Møguleikarnir eru nógvir í Bø, um tit hava stundir millum fundirnar. Eitt dypp á vakra sandinum. Ein rundtúrur við bóndanum. Ella ein stimitúrur til Drangarnar, Tindhólm og Múlafoss. 

Prísur: úr DKK 1.755,- u/mvg

Min. 8 persónar

 

Við í prísinum er: 

Gisting í 2 nætur, 4 persónar í hvørjari smáttu
Morgunmatur
Brellbiti
Súgv við røstum rivum svarandi til ein døgurða

Galdandi fyri í minsta lagi 8 persónar.

 

Møgulig eykakeyp:

Rundvísing við Bóndanum 300 kr. pr. persón
Stimitúrur til Drangarnar, Tindhólm og Múlafoss 499 kr. pr. persón
Døgurði í smáttini – 3 rættir 800 kr. pr. persón, drykkivørur kunnu keypast eyka fyri 200 kr. pr. persón
Flutnignur til og frá Bø

 

SPURNINGAR | BÍLEGGING:
-skriva til okkum á info@greengate.fo
-ring  til okkum á tel. 350520 

 

 

GreenGate Incoming

GreenGate Incoming varð stovnað í 2001, við tí endamáli at skapa ein serkunnleika innan incoming ferðavinnu til Føroya, og at menna móttøkutólið. Hettar hevur eydnast væl, og hava vit í dag eitt umfatandi úrval av spennandi og væltilpassaðum tilboðum at bjóða teimum ferðandi.

Okkara endamál er at selja og marknaðarføra Føroyar sum ferðavinnutjóð. Í hesum liggur ein støðug menning av produktum, ið vit á hvørjum ári dagføra og bjóða út á marknaðum, sum vit hava samstarv við. Umfram hetta leggja vit stóran dent á at hava eitt gott samstarv við okkara lokalu veitarar runt landið, og at hava eina vælvirkandi og sansuvekjandi heimasíðu.