• -Kvinnuskeið við Gjógv 30. apríl - 2. mai

    Frumkraft & Náttúra

Heilsa, orka, hvíld, náttúra & menning í einum

Til allar kvinnur !

Unna tær sjálvari eina uppiborna mini-feriu. Lær nakað nýtt, fá íblástur, et heilsugóðan mat og njót tilveruna saman við øðrum góðum kvinnum á Gjáargarði. Á hesum kvinnuskeiðnum lærir tú grundleggjandi mindfulness sameint við vælveru og vakra náttúru við Gjógv.

  • Kostnaður fyri hvønn í deildum dupultkamari 4.098,- 
  • Kostnaður fyri einkultkamar 4.498,-
  • Bílegging og spurningar info@greengate.fo ella ring til okkara á tlf. 350520


Kvinnuskeið við Gjógv 30. apríl - 2. mai

Fríggjadag er lending og innleiðsla. Kl. 14.00 er innskriving og kl. 15.00 fáa tit eitt lítið ábit og hittast til vælkomin. Síðani er egintíð og hvíld. kl. 17.00 er frálæra við venjingum og tit njóta eina heilsugóða máltið. Um kvøldið er vegleiðing, venjing og kvirra í Gjáar kirkju. 

Leygarmorgun er mjúk úrspenning, og tit vakna væl til góðar dansivenjingar. Er veðrið til vildar verður hesin parturin niðri í gjónni. Síðani er heilsugóður morgunmatur. Aftaná morgunmatin er frálæra við støði í nýggja bóklinginum "Fluffy - ein neyvur leiðbeinari til mindfulness og sinnisvenjing" hjá Biritu Nolsø, rithøvunda og undirvísara. Vit leita aftur til okkara frumkraft, sleppa spenningum og venja kropstilvit, andadráttar- og sinnisvenjingar, ið geva tær meira orku, økta javnvág, miðsavnan, kensluligan treystleika og nærveru í gerandisdegnum. Venjingar í vakra umhvørvinum við Gjógv er partur av skeiðnum. Tíð er sett av til hvíld og innhugsan. Leygarkvøldið er tiltakið "Kreativitetur & Mindfulness".

Sunnudagin endar frálæran kl. 12.30, tit njóta ein felags miðmála saman og skeiðið endar kl. 14.00. 

Kostnaður: 

  • 4.098,-  fyri hvønn í deildum dupultkamari.
  • 4.498,- fyri einkultkamar.

Við í prísinum er: 

  • Skeið & tilfar.
  • Gisting 2 nætur á Gjáargarði.
  • Allar máltíðir og ábit - heilsugóð matarveiting.
  • Heitur pottur.

Ikki við í prísinum:

  • Flutningur til og úr Gjógv.
  • Aðrar persónligar útreiðslur.


Undirvísarin - Birita Nolsø 

 

 

 

 

 

 

 



Birita Nolsø eigur og rekur Vaksa.fo, sum bjóðar skeið, vegleiðing, tiltøk og amboð til frama fyri menning, mindfulness og meditatión. Birita hevur arbeitt nógv við burðardygd, eisini í ferðavinnuni. Hon hevur meira enn 20 ára langar royndir í frálæru og hevur seinastu 10 árini burturav fingist við sinnisvenjing, kropsvenjing, mindfulness og meditatión.

Birita hevur drúgvar royndir í HR, toymis-, verkætlanar- og prosessleiðslu og hevur m.a. skipað, leitt og ment eina ørgrynnu av skeiðum, verkætlanum, tiltøkum og evnis- og starvsfólkadøgum, eitt nú í landsfyrisitingini.

Í desember 2020 kom bóklingurin Fluffy - ein neyvur leiðbeinari til mindfulness og sinnisvenjing út. Bóklingurin er partur av frálærutilfarinum á skeiðnum. Birita hevur eisini, saman við manni sínum Henrik Krag, eitt nú ment heilsufremjandi ljóðamboð og ritstjórnað bókina 5 HJERTEFØLELSER, sum kom út í 2018.

Tað er GreenGate Incoming, sum í samstarvi við Gjáargarð og Vaksa samskipar kvinnuskeiðið.