avbjóðandi og stuttligar Upplivingar

Vit samskipa fegin tykkara starvsfólkaútferð, so tit kunnu brúka tíð upp á tað, tit duga best, og vit kunnu gera tað, ið vit duga best: At skapa góðar upplivingar.

Her eru dømir um starvsfólkatúrar, ið vit skipa fyri. Túrarnir kunnu bíleggjast sum teir eru, men kunnu sjálvandi eisini tillagast og brúkast til íblástur.

Vit skipa eisini fegin fyri øðrvísi starvsfólkatúrum, ið hóska júst til tykkara tørv og ynskir.

 

 

 

 

 

 

 

 

GreenGate Incoming

GreenGate Incoming varð stovnað í 2001, við tí endamáli at skapa ein serkunnleika innan incoming ferðavinnu til Føroya, og at menna móttøkutólið. Hettar hevur eydnast væl, og hava vit í dag eitt umfatandi úrval av spennandi og væltilpassaðum tilboðum at bjóða teimum ferðandi.

Okkara endamál er at selja og marknaðarføra Føroyar sum ferðavinnutjóð. Í hesum liggur ein støðug menning av produktum, ið vit á hvørjum ári dagføra og bjóða út á marknaðum, sum vit hava samstarv við. Umfram hetta leggja vit stóran dent á at hava eitt gott samstarv við okkara lokalu veitarar runt landið, og at hava eina vælvirkandi og sansuvekjandi heimasíðu. 

SPURNINGAR | BÍLEGGING:
-skriva til okkum á info@greengate.fo
-ring  til okkum á tel. 350520