• Developing Dialogue

Góðu starvsfelagar sum arbeiða við sálarheilsu í Føroyum!



Vit gleða okkum at hitta tykkum til Norðurlendsku Ráðstevnuna ”Developing Dialogue”, sum verður hildin í Tórshavn í døgunum 19 til 21 september 2019. Her fært tú møguleikan fyri at verða partur av eini felagsskapi, sum vil virka fyri eini størri heildaráskoðan innan arbeiði við sálarheilsu og sálaróheilsu.


Tað eru FPS og PSSN sum í felag bjóða til 12. Norðurlendsku Ráðstevnuna, har sálarheilsa í breiðari merking, er í miðdeplinum. Skráin er framsøkin og fevnir um nýggjastu frambrotini innan røkt og viðgerð av sálaóheilsu og hvussu ber til at fremja sálarheilsu. Ráðstevnutemaði er: DEVELOPING DIALOGUE – best practices and new understandings in mental health services.


Tað koma fólk úr øllum heiminum til hesa ráðstevnu, sum sostatt er eitt gylt høvi at læra frá øðrum og knýta bond, sum kunnu verða til hjálpar hjá okkum her heima, í okkara stremban eftir at veita eina betri tænastu og menna eitt samfelag, har rúm er fyri øllum- eisini teimum sum hava sálarligar avbjóðingar. Og somuleiðis høvi hjá okkum at vísa útlendingum og hvørjum øðrum, ymiskt sum vit hava funnið útav og hvat vit gera, sum virkar væl. Endamálið við ráðstevnuni er at stimbra dialogin tvørturum mørk innan øll økir av psykiatriska virkseminum. Undirtemaðini eru ” At hava brúkara- og avvarðandi við” , ”Fysisk heilsa innan sálarliga heilsu” ”Útbúugving” ”Fleir- og tvørfakligar tilgongdir” ”Stigmatisering” og ”Skaðandi og sjálvskaðandi atferð”

Ráðstevnugjald

  • Áðrenn 1. apríl 2019 DKK 4.000
  • Aftaná 1. apríl 2019 DKK 4.500

  • Síggj PDF her...

 

 

Faroese Psychiatric Nurses

PSSN

Psykiatriske Sygeplejerskers 
Samarbejde i Norden

 

Innlating av abstrakt  

FPS