Føroyskir Psykiatriskir Sjúkrarøktarfrøðingar  (FPS) and Psykiatriske Sykeplejerskers Samarbeide i Norden (PSSN)

Norðurlendsk Ráðstevna 2019

”Developing Dialogue”

Hotel Føroyar

19 – 21 september 2019

Góðu starvsfelagar sum arbeiða við sálarheilsu í Føroyum!

Vit gleða okkum at hitta tykkum til Norðurlendsku Ráðstevnuna, sum verður hildin í Tórshavn í døgunum 19 til 21 september 2019. Her fært tu møguleika fyri at verða partur av eini felagsskapi, sum vil virka fyri eini størri heildaráskoðan innan arbeiði við sálarheilsu og sálaróheilsu.

Tað eru FPS og PSSN sum í felag bjóða til 12. Norðurlendsku Ráðstevnuna, har sálarheilsa í breiðari merking, er í miðdeplinum. Grundarlagi undir hesum samstarvi eru felags norðurlendsku røtur okkara innan heilsurøkt. Hesar røtur fevna um felags virðir og hættir at møta menniskjanum í sárbærum støðum, t.d. í samband við sálarliga óheilsu. Skráin er framsøkin og fevnir um nýggjastu frambrotini innan røkt og viðgerð av sálaóheilsu og hvussu ber til at fremja sálarheilsu. Ráðstevnutemaði er: DEVELOPING DIALOGUE – best practices and new understandings in mental health services

Endamálið við ráðstevnuni er at stimbra dialogin tvørturum mørk innan øll økir av psykiatriska virkseminum. Undirtemaðini eru:

  • ”At hava brúkara- og avvarðandi við” ,
  • ”Fysisk heilsa innan sálarliga heilsu”
  • ”Útbúgving”
  • ”Fleir- og tvørfakligar tilgongdir”
  • ”Stigmatisering”
  • ”Skaðandi og sjálvskaðandi atferð”

Tað koma fólk úr øllum heiminum til hesa ráðstevnu, sum sostatt er eitt gylt høvi at læra frá øðrum og knýta bond, sum kunnu verða til hjálpar hjá okkum her heima, í okkara stremban eftir at veita eina betri tænastu og menna eitt samfelag, har rúm er fyri øllum- eisini teimum sum hava sálarligar avbjóðingar. Og somuleiðis høvi hjá okkum at vísa útlendingum og hvørjum øðrum, ymiskt sum vit hava funnið útav og hvat vit gera, sum virkar væl. Hervið bjóða vit tær at senda at senda inn abstrakt frá gransking, menningarátakið ella royndum úr praksis.

Deadline fyri innlating av abstract er 30. juni 2019

Abstraktini kunnu verða eitt av hesum:

“Concurrent session” – 15 minuttir til longdar

“Workshop” – 1 tíma til longdar

“Poster”  

LEGG TIL MERKIS:  Um tú hevur valt at leggja fram, verður væntað, at tú teknar teg til ráðstevnuna.

Leinkja til innlating av abstrakt: https://www.greengate.fo/en/conferences-incentives/upcoming/developing-dialogue-19-21-sept-2019/abstract-submission/

 

Faroese Psychiatric Nurses

 

 

 

 

Psykiatriske Sygeplejerskers 
Samarbejde i Norden
 

 

Aftur til forsíðuna