FPS, Føroyskir Psykiatriskir Sjúkrarøktarfrøðingar

FPS er ein áhugabólkur í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Limir í FPS eru sjúkrarøktarfrøðingar, ið arbeiða við ella hava áhuga í psykiatriskari sjúkrarøkt. FPS varð stovnað í 1995. Í FPS eru áleið 50 limir.

 

Endamál

Endamálið er at virka fyri samanhaldi millum limirnar, at stuðla hvørjum øðrum í og kveikja áhugan fyri áhaldandi at menna fakliga førleikan, soleiðis at vit til eina og hvørja tíð kunnu vera før fyri at veita ta psykiatrisku sjúkrarøkt, ið samfelagnum tørvar.

 

Virksemi

Nevndin hevur 12 nevndarfundir árliga. Eru mál, sum krevja nærri viðgerð, hittist nevndin oftari. Tað eru tveir limafundir árliga, aðalfundurin sum er í apríl og jólafundur. Fyri at røkka endamálinum skipar FPS regluliga fyri fakliga mennandi skeiðvirksemi fyri limir og onnur áhugað. 

 

Nýggir limir

Limagjaldið er 300 krónur árliga. Nýggir limir kunnu tekna seg við at gjalda 300 krónur á konto í EIK banka: 9181-4470682 og viðmerkja navn, bústað og teldupostadressu.

 

PSSN

FPS er limur í PSSN (Psykiatrisk Sygeplejerske Samarbejde i Norden), ið er norðulendski felagsskapurin fyri psykiatriskar sjúkrarøktarfrøðingar. PSSN stendur millum annað fyri at styrkja psykiatriska sjúkrarøkt í norðanlondum. Limalondini skiftast um at skipa fyri PSSN ráðstevnu triðja hvørt ár.

Horatio

FPS er eisini limur í Horatio (European Psychiatric Nurses). Horatio er europeiskur felagsskapur fyri psykiatriskar sjúkrarøktarfrøðingar. Í løtuni eru 25 lond umboðað í Horatio. Tað eru tvey endamál við felagsskapinum: At verða forsprákari fyri limirnar, við at geva sítt íkast til avgerðarprosessir í mun til áhugamál, ið eru relevant fyri psykiatriska sjúkrarøkt í europa og at birta undir og eggja til víðari menning av psykiatriskari sjúkrarøktarpraksis, útbúgving, leiðslu og gransking.

Annaðhvørt ár verður skipað fyri annahvørt ráðstevnu ella fakfestivali. (www.horatio-web.eu)

Faroese Psychiatric Nurses

 

 

 

 

Psykiatriske Sygeplejerskers 
Samarbejde i Norden
 

Aftur til forsíðuna 

FPS Board

Birgit Andersen, chair of FPS

Eydna Iversen Lindenskov, vicechair of FPS

Jana Mortensen, member of FPS

Kristianna Lund Dam, secretary of FPS

Anna Simonsen, treasurer