MENTORING AND GOOD RELATIONS IMPROVE OUR LEADERSHIP

Í døgunum 30. og 31. mai skipa FÁ6 og LNN fyri ráðstevnuni LNN2024. Ráðstevnan verður hildin á Hotel Føroyum.

Heitið á ráðstevnuni er: "MENTORING AND GOOD RELATIONS IMPROVE OUR LEADERSHIP."

LNN er eitt norðurlendskt netverk fyri leiðandi sjúkrarøktarfrøðingar í Norðurlondum.

 

Limir í LNN eru:  

- Fagligt selskab for ledende sygeplejersker i Danmark

- Fakligur áhugabólkur fyri leiðandi sjúkrarøktarfrøðingar FÁ6, Føroyar 

- Fagdeild stjórnenda innan Félags íslenskra hjúkrunarfræðinga

- Landsgruppe af sygepleierledere, NFS-LSL, Norge

- Föreningen för chefer och ledare, Sverige

- Tehy - The Union of Health and Social Care Professionals in Finland

 

Um FÁ6  

FÁ6 er fakligur áhugabólkur undir Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.


Endamál:
1. At styrkja og menna leiðarar av heilsu- og sjúkrarøktini
2. At veita hvørjum øðrum kollegialan stuðul í leiðsluspurningum
3. At eggja til eftir- og víðariútbúgving av leiðarum innan heilsu- og sjúkrarøkt
4. At luttaka í kjaki um klinisku útbúgvingina í grundútbúgvingunum
5. At eggja til menning og gransking innan leiðslu av heilsu- og sjúkrarøkt
6. At menna tvørfakliga og tvørsektoriella samstarvið innan Almanna- og heilsuverkið og kommunurnar
7. At ávirka umstøðurnar hjá heilsu- og sjúkrarøktini samfelagspolitiskt

 

Ráðstevnugjald: 

Early bird, áðrenn 15. feb. 2024, DKK 4500,- 
Kostnaður eftir 15. feb. 2024 er DKK 5500,-