avbjóðandi og spennandi starv
GreenGate Incoming er ein ferðavinnufyritøka í støðugari menning og stórari framgongd. Vit ynskja tí at styrkja um okkara sølutoymi og søkja eftir einum ágrýtnum skrivstovunæminingi, sum kann byrja skjótast gjørligt.
Vit kunnu bjóða eitt spennandi starv har uppgávurnar eru bæði fjølbroyttar og fakliga avbjóðandi. Tú verður knýtt/-ur at okkara vinnuferðavinnudeild (MICE), men sleppur eisini at royna teg á hinum deildunum. Tú fært sostatt kunnleika til øll øki í eini ferðavinnufyritøku sum okkara, og kemur m.a. at arbeiða við:
- sølu og samskipan
- menning av tilboðum
- bílegging av tænastum og upplivingum
- samskifta við okkara føroysku og útlendsku samstarvsfelagar
- luttaka á ymiskum ferðavinnumessum/verkstovum
Vit vænta av tær, at tú:
- hevur lokið miðnámsprógv
- hevur áhuga fyri Føroyum sum ferðamannaland
- ert ágrýtin, álítandi og hevur hug at læra
- hevur hollan telduførleika og góðan málkunnleika í skrift og talu
- dugir væl við fólki og megnar at arbeiða bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum
Lærutíðin er 2-3 ár, og læruplássið er ásett til fulla tíð. Skúlagongdin er á Glasi. Setanartreytir og løn sambært S&K. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Hildur Durhuus á 538145 ella hildur@greengate.fo
Áhugaði eru vælkomin at senda umsóknir við telduposti til info@greengate.fo
Umsóknarfreistin er 8. mai 2023. Merkið umsóknina “Skrivstovunæmingur”